Ingi skrivað sín fyrsta sáttmála

ítróttur29-12-2020 - 10:14 - Jóanis Albert Nielsen

Ingi Joensen hevur júst undirskrivað sín fyrsta sáttmála, og ungi miðvingurin eru sostatt klárur til Betri deildina komandi ár.


18-ára gamli miðvingurin, sum kom úr MB sum U14-leikari, fekk fyrstu dystirnar á besta liði okkara í fjør. Í seinnu hálvu av kappingini í ár hevur hann, at kalla, fingið gjøgnumbrot sítt, og eisini fyrsta málið, tá ungi áloyparin skoraði til 2-0 í síðsta umfari, móti FC Hoyvík fyrst í novembur.

Spennandi verður at fylgja skjóta og ágrýtna kirkjamanninum - hjartaliga tillukku og blíðan byrð, skrivar 07 Vestur.