Innfluttningurin tvífaldaður síðan 2009

vinna17-02-2020 - 09:50 - Jóanis Nielsen

 Hagstovan: Í 2019 innfluttu vit fyri 8,1 mia. kr. av vørum. Hetta er tað mesta sum er innflutt eitt ár og fystu fer at árligi innflutningurin er oman fyri 8 mia. kr. Samaborið við 2018 er vøksturin 400 mió. kr. ella 5%.

Í 2009 innfluttu vit fyri 4,2 mia. so hesi tíggju árini er innflutningurin næstan tvífaldaður. Tó var 2009 eitt ár har innflutningurin minkaði nógv vegna fíggjarkreppuna.

Tað er minni innflutt av maskinum og amboðum og vit hava eisini keypt brennievni fyri 150 mió. kr. minni enn í 2018.

Í hinum vørubólkunum er vøkstur í innflutninginum. Størsti vøksturin er í tilfarið til annan íðna.

v