Innskriving í 1. flokk

20-01-2021 - 07:32 - Jóanis Albert Nielsen

Vit bjóða komandi 1. floks næmingum til innskriving í 1. flokk hósdagin 21. januar.

Innskrivingin verður á bókasavninum á Giljanesi.

Vegna korona verður innskrivingin í tveimum bólkum:
Børn úr Sandavági møta millum kl. 16.00 og 17.30
Børn úr Miðvági møta millum kl. 17.45 og 19.15

Minnist til dóps- ella navnabræv og p-talskort.

Innskriving í frítíðarskúlan verður samstundis.