ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg

mentan02-06-2020 - 14:00 -

ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg, og røra tit tykkum nóg nógv, kunnu tit vinna eitt vikuskifti í Mykinesi, sum endar við eini rundferð kring Føroyar við tyrluni.

Rørsla í Føroyum er kapping fyri familjur, bindiklubbar, vinfólk, starvsfelagar og aðrar bólkar.

Átakið verður avgreitt í samstarvi við Sona og Pól Sundskarð.

Fyri at vera við í kappingini, skulu tit ganga fimm ymiskar bygdargøtur í juni mánaði og skráseta tær á Sona appini.

Soleiðis gera tit

  • Innritið á Sona og tendrið lokalitetin
  • Gangið 5 bygdagøtur í juni. (Yvirlit yvir bygdagøtur er á pol.fo)
  • Kekkið Sona leypandi á túrinum, tí tað eru ymisk støð á gøtuni, har tit kunnu kekka inn.

Tey, ið ganga 5 gøtur í juni, eru við í einum lutakasti um 5.000 kr. til at ferðast fyri í egnum landi, og við í kappingini um stóra høvuðsvinningin, ið verður latin í august.

Seinni í summar koma aðrar avbjóðingar við góðum vinningum og møguleika fyri at kappast um høvuðsvinningin.

Høvuðsvinningurin er eitt vikuskifti í Mykinesi fyri fimm fólk, við øllum íroknaðum. Tyrlan flýgur vinnaran út til Mykinesar fríggjadag og kemur aftur eftir teimum sunnudag. Á veg heim aftur verið flogið til allar oyggjar á rutunetinum hjá tyrluni.

Les meira áisf.fo/rorsla