Beitir NK fékk 1.320 tonn af síld í einu holi á Héraðsflóa í gær. Ljósm. Helgi Freyr Ólason

Íslendingar fáa nógv bæði av makreli og sild

vinna17-09-2019 - 15:34 - Jóanis Nielsen

Íslendingar fáa nógv bæði av makreli og sild, teir royna nærri landi enn tey føroysku skipini, sum er eitt sindur avmarkaði afturímóti íslendingum

SVN skrivar at Beitir hevði eitt tov sunnudagin, teir høvdu úti í 40 minuttir og fingu 1.320 tons av góðari sild - 385 gramm, víðari skrivar SVN, at tað var nógv sild at síggja.

Beitir fiskaði 16 fj. út úr Glettingi, tað vóru 32 fj. at sigla til Norðfjørðin, har teir landaðu hjá Sildarvinnsluni.