Íslendska skipið Huginn hevur landað sild í Fuglafirði

vinna20-09-2020 - 10:24 - Jóanis Nielsen

 Íslendska skipið Huginn hevur um vikuskiftið landað 1.000 tons av sild til Pelagos í Fuglafirði. Huginn fór av Fuglafirði tíðliga í morgun, teir eru nú áveg aftur í íslendskan sjógv á sildaveiðu.

Hugin fiskaði í ein landnyðring úr Seyðisfirði, har trý føroysk skip - Finnur Fríði, Fagraberg og Tummas T. eisini eru stødd.