ÍtróttaFYRIMYNDIN 2020 skal finnast innan hondbóltbóltin, fótbóltin ella judo

ítróttur25-01-2021 - 16:37 - Jóanis Nielsen

Fólkini, sum eru tilnevnd til heiðurin ársins ítróttaFYRIMYND 2020, ið er ein av heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM um tríggjar vikur, virka dagliga innan hondbóltin, fótbóltin og judo

Nú er greitt, at Guðrið Krosslá Augustinus úr VB, Per Mikkelsen úr Skála Ítróttafelag og Malvinus í Gong úr Klaksvíkar Judofelag eru tey trý, sum eru tilnevnd til heiðurin ársins ÍtróttaFYRIMYND 2020. ÍtróttaFYRIMYNDIN er ein av teimum seks heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 13. februar.

Heiðurin ársins ÍtróttaFYRIMYND verður latin einum íðkara, venjara, liðleiðara, nevndarlimi ella øðrum, ið tekur ítróttin í álvara, og sum er fyrimynd hjá hinum við einum jaligum hugburði bæði til venjing og kapping.

Guðrið Krosslá Augustinussen er ein av berandi kreftunum í VB. Hon hevur stóran týdning sum leikari í bestu deildini, har hon hevur spælt í 22 ár. Samstundis er hon venjari, dómari og luttekur nógv í sjálvbodna arbeiðinum. Guðrið Krosslá Augustinussen skipar eitt nú fyri hondbóltsskúlanum, ið er árligt afturvendandi tiltak, og hon stóð fyri kappingini, Faroe Islands Handball Cup, sum var hildin á fyrsta sinni í 2020.

Per Mikkelsen hevur í nógv ár ofrað tíð, orku og ídni upp á ungdómsfótbóltin á Skála, har hann venur 6-7 lið sum part av sjálvbodna arbeiðinum. Venjingarnar eru væl skipaðar, og hann leggur alla sína mentalu orku í børnini og tey ungu. Per Mikkelsen er eisini nevndarlimur í Skála Ítróttafelag.

Malvinus í Gong hevur einsamallur av sínum eintingum endurreist Klaksvíkar Judofelag, sum hevði ligið stilt í nógv ár. Klaksvíkar Judofelag er nú eitt livandi felag við nógvum íðkarum, og felagið skapar gleði hjá nógvum børnum í Klaksvík. Malvinus í Gong eigur einsamallur æruna av endurreisnini av Klaksvíkar Judofelag.

Mentanarhúsið í Fuglafirði verður karmur um ÍtróttaFAGNAÐIN 2020, sum verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 13. Februar kl. 19.30.