ÍVB ætlar sær meir

ítróttur06-05-2020 - 22:29 - Jóanis Albert Nielsen

FSF:Tær bjóðaðu veruliga av í FM-stríðnum í fjør, og vóru enntá oddalið ímóti endanum á landskappingini. Í endaspurtinum gjørdust tær tó ov stuttar og endaðu við bronsuni. Eftir miðvísa vetrarvenjing er felagsliðið í Eysturoynni nú klárt til enn eitt kappingarár


– Vit hava skrúvað upp fyri venjingunum í ár, og hópurin hevur tikið væl ímóti tí. Vit høvdu vetrarvenjing við nógvari renning og styrkivenjing, og eftir ársskiftið er bólturin so eisini komin við í venjingina, greiðir Jacoba Langgaard frá.

Miðvallarin, sum vit eisini kenna frá A-landsliðnum, var í fjør spælandi venjari. Í ár er hon spælandi hjálparvenjari, meðan Sonni Djurhuus er høvuðsvenjari. Og sum heild hava fyrireikingarnar til kappingarárið verið meira skipaðar í ár, samanborið við í fjør.

– Í fjør broyttist nokkso nógv í uppstartinum. Vit mistu venjaran og høvdu ringt við at finna ein avloysara, so eg traðkaði til. Og stutt fyri kappingarbyrjan legðist B68 afturat okkara liði, og tað ávirkar sjálvandi eisini uppstartin. Í ár gekk alt so at siga eftir ætlan, inntil korona kom og steðgaði tí, men tann støðan hevur jú verið felags fyri øll liðini, so tað hevur neyvan rakt okkum harðari enn nakran annan, sigur Jacoba.

Sterkur og samansettur hópurNógvar eru tær somu. Frá aftasta skansa í málinum, Hjørdis Nesá, til toppskjúttan Honnu I. Højgaard, sum skoraði átta mál í fjør. Jensa Tórolvsdóttir og Mona Rasmusdóttir eru báðar afturkomnar eftir eitt hálvt fótbóltsár í Danmark, royndir leikarar sum Jacoba Langgaard og Maibritt Olsen eru væl fyri aftur í ár, og so eru fleiri ungir og evnaríkir leikarar eisini á veg inn á besta liðið.

Tó so er liðið eisini rakt av frágongd og skaðum, sum elva venjarunum høvuðbrýggj. Í verjupartinum er Sigrid Petersen ikki tøk í ár, ein knæskaði hevur rakt Anniku R. Christiansen undir venjingardysti, og so er Hansina Ronaldsdóttir farin til NSÍ. Hetta ber við sær, at hópurin ikki er so mótstøðuførur, um skaðar raka hópin í kappingini.

– Vit eru nógvar til venjing og hava góða og stabila uppmøting. Samansetingin er eisini góð, tí so at siga allir aldursbólkar frá 15 til 40 ár við tilsvarandi fáum og nógvum royndum, eru umboðaðir. Men vit tola ikki skaðar uttan at vikna nógv, og í løtuni royna vit at tillaga okkum ta frágongdina, sum longu er, sigur leikandi hjálparvenjarin.

Málið er framgongdHóast ÍVB lá framvið í kappingini um ovastu plássini í fjør, so er málsetningurin í ár varin.

– Man skal altíð royna at gera tað betri, og tað fara vit eisini at royna. Tá eru sjálvandi ikki so nógv pláss eftir upp til gullið, men hjá okkum fokusera vit uppá at byggja víðari upp á tey góðu tingini. Vit leggja stóran dent á hugburð, seriøsitet og arbeiðsinnsats, og sovorðið broytist ikki frá degi til dags. Men vit flyta okkum rætta vegin, og tað ætla vit at halda fram við, sigur Jacoba Langgaard at enda.

Betri Deildin hjá kvinnum byrjar sunnudagin 24. mai, og í fyrsta dysti skal ÍVB í Gundadal at spæla ímóti B36. Kappingarskráin fyri Betri Deildina hjá kvinnum sæst her.