07 Vestur sett styrkivenjara


Pól Hendrikur Andreasen er settur sum styrkivenjari hjá 07 Vestur í ungdóms- og vaksnamannadeildunum, umframt at Hegga og Jens Erik hava longt sáttmálarnar.



Í áhaldandi strembanini at bjóða alsamt betri venjingarumhvørvið og møguleikar til ung og vaksin, hevur 07 Vestur sett Pól Hendrik Andreasen sum styrkivenjara. Pól Hendrikur er nýútbúgvin av Salford University í Manchester innan "Sport Rehabilitation", sum er ein sameining av styrkivenjing og fysioterapi við serligum atliti til ítrótt og skaðafyribyrgjan.



Nýggi styrkivenjarin skal arbeiða saman við teimum vaksnu, umframt ungum niður í U13-deildirnar. Harafturat skal hann veita fysioterapi til leikararnar, har tørvur er til tess.

Hegga og Jens Erik halda fram


Á ungdómssíðuni hava 07 Vestur eisini, í longri tíð, gjørt nógv bururúr at hava yrkisvenjarar knýttar at felagnum fulla tíð. Nú er eisini komið uppá pláss, at Hegga Samuelsen og Jens Erik Rasmussen vera verandi fulla tíð í 07 Vestur komandi árini.



Hegga heldur fram sum høvuðsungdómsvenjari, við fullari ábyrgd av ungdóms- og barnaliðum felagsins og øllum venjarum teirra, afturat at hann sjálvur venur ávís lið.



Jens Erik hevur verið fulla tíð í felagnum í nøkur ár nú, og nýggi sáttmálin er tvey ár. Hann venur fleiri av yngstu liðunum, bæði vanliga fótbólt, men eisini í Futsal, har vit hava fingið sera góð úrslit og fleiri føroyameistaraheiti.



Við fulltíðar venjarum ber eisini til at arbeiða alt árið, og nógv verður gjørt við venjing um veturin, bæði innan- og uttandura, og bæði áðrenn skúlatíð, í skúlatíð og eftir skúla. Eingi ivið er, at hetta fer at geva úrslit framyvir.