12 tilburðir í gjár


Í gjár vóru 12 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.




Allir persónar eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum.



1307 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 106 smittað í Føroyum, ein persónur er innlagdur.



Rætting er gjørd í samlaða smittutalinum, eftir at tveir tilburðir, ið vórðu staðfestir, hóast alt ikki vóru positivir.