3.665 harur skotnar higartil í ár


3.665 HARUR SKOTNAR HIGARTIL




Hesar eru skotnar á 212 túrum kring landið. Mest er skotið í “Dalhaga – Eystaripartur” í Vestmann. Teir hava skotið 152 harur á tveimum túrum. Nummar tvey er ein annar hagi í Vestmanna; “Heygahagi – Innarahelvt”. Teir hava skotið 123 harur á fýra túrum.


Alt bendir á, at 2020 verður eitt gott haruár. Í 2019 var samlaða talið av skotinum harum 5.927, sum vórðu skotnar á 790 túrum. So verður veðrið nøkulunda í desember mánað, so kemur samlaða talið fyri 2020 helst væl upp um hetta.


Á myndini niðanfyri sæst, hvussu nógv er skotið tey ymisku árini frá 2012.


Á kortinum sæst hvussu nóg er skrásett í hvørjum einstøkum haga higartil.


Meira kann lesast um haruveiðuna á heimasíðuni “haran.fo”