8 sjúk av teimum sum blivu kannaði fríggjadagin

Nú eru tølini fyri tey sum blivu kannaði fríggjadagin komin alment út, tey vísa at 8 fólk hava fingið staðfest korona afturat. Fríggjadagin blivu 4541 kanningar gjørdar.


Tann 4. august blivu 2 staðfest sjúk.



Tann 5. august blivu 14 staðfest sjúk.



Tann 6. august blivu 38 staðfest sjúk.



Tann 7. august blivu 16 staðfest sjúk.



Tann 8. august blivu 8 staðfest sjúk.



Í løtuni sita yvir 900 fólk í sóttarhaldi.



Tað eru yvir 50.600 kanningar gjørdar í Føroyum, og av teimum eru 303 staðfest smitta, og 215 av teimum eru blivin frísk aftur.