Ætlar Strandferðslan at oyða Nólsoyarbygd


Øll míni barna- og ungdómsár havi eg búð úti í Nólsoy. Óteljandi túrar havi eg gingið niðan á Oyggjarmúla, í illveðri eygleitt seyðin kroka millum húsini, sæð brimið brotið upp um Eiði, tá landnyringur er og skrálað við onkran summardag saman við gittaraspælið til eyðkenda lagið "tí tað er í Nólsoy eg vil búgva". Í bygdini merkist beinanvegin, hvussu týdningarmiklan leiklut hvør einkultur hevur fyri eitt so lítið samfelag, og hvussu stuttligt tað er, tá ymisk fólk finna saman og verða partur av alskyns tiltøkum og virksemi í oynni. Samanhaldið millum bygdafólkið er ongum øðrum líkt, hvussu er ikki tað eg havi upplivað. Tískil var tað eingin torfør avgerð, at eg við míni familju skuldi flyta aftur til Nólsoyar eftir loknan lestur í útlondum.




Eg eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og havi starv í Havn, har eg arbeiði í skiftandi vaktum og sigli tí ímillum. Hesum er sum so einki óvanligt í; tað havi eg gjørt regluliga líka síðani eg fór í 10. flokk í Havn, sama tá eg gekk á Húsarhaldsskúla í Klaksvík og HF í Hoydølum. Bil hevði eg ikki fyri neyðini, tí Strandferðslan syrgdi fyri, at eg kundi ferðast higar og hagar eftir tørvi.




Seinastu árini er tað tó hent, at rættligt rummalareiggj hevur verið á samferðsluni til Nólsoyar. Og ongantíð hevur tað verið so skilaleyst sum í ár. Eina tíð herfyri visti eg ikki, um eg yvirhøvur slapp til arbeiðis um morgunin, hvørjum eg skuldi sigla við (av tí sama visti eg heldur ikki hvørjari kai eg skuldi standa á) og ringast av øllum, visti eg ikki, um eg slapp heimaftur til míni børn eftir loknan arbeiðsdag, og slapp eg ikki heim, hvar skuldi eg tá farið? Nólsoyarfjørður er baldruttur um veturin. Tað kunnu flest fólk við útsýni yvir fjørðin nikka játtandi til, tá tey hava eygleitt mongu túranar við Ternuni um veturin. Men veðrið eigur ongan leiklut í óskilinum, sum hevur valdað.




Ár eftir ár eftir ár hevur verið varskógvað, at stórur tørvur er á nýggjum tíðarhóskandi sambandi millum Nólsoynna og Havnina, men tað er sum rópa vit fyri dulum oyrum!



Nýggja eykaskipið hjá Strandferðsluni bleiv eitt stórt vónbrot og var Erla Kongsdóttir ikki í sigling meir enn fimm dagar, áðrenn eitt álvarsligt óhapp hendi. Eitt óhapp, ið hevur sent ein skelk gjøgnum bygdina. Sjómenn úr Nólsoy settu seg tá saman at gera eitt skriv, har teir ávara um at seta Erlu Kongsdóttir aftur í sigling um Nólsoyarfjørð á hávetri. Men heldur ikki hesum verður lurtað eftir, nú tað hoyrist, at Erla Kongsdóttir kemur aftur á leiðina nýggjársaftan - eg loyvi mær at spyrja: hvar er samvitskan?




Í blaðnum "Fólk á ferð", sum Strandferðslan gav út á heysti í 2017, stendur m.a. "Størstu avbjóðingarnar eru á útoyggj. Kortini eru tær millum best umtóktu ferðamál, tí tær bjóða upprunaligt bygdalív. Strandferðslan er við til at varðveita tær upprunaligu Føroyar". Men við gongdini, sum hon er nú, er Strandferðslan í gongd við at oyða Nólsoynna, tí fleiri nólsoyingar tora ikki at sigla við Erlu Kongsdóttir eftir hendingina. Torir fólkið ikki av oynni, tí farleiðin er ótrygg, hvat hendir so? Ja, nemliga - fólkið fer.




Loysið hetta mál trygt og virðiligt og latið vera við at seta Erlu Kongsdóttir aftur í sigling um Nólsoyarfjørð á vetrartíð, í øllum førum til frágreiðing um óhappið er gjørd.




Rebekka Gade



Nólsoyingur við stórum N