Akraberg kemur heim við spæltrupulleikum

 Akraberg, sum hevur verið til fiskiskap í russiskum sjógvi, hevur brotið túrin av, tí teir hava trupulleikar við spølunum, teir hava tí valt at koma heim, sigur reiðarin Anfinn Olsen.

Akraberg hevur 300 tons av frystum fiski, mest toskur, nú teir eru áveg heim, teir verða væntandi á Fuglafirði sunnudagin.

Um umvælingin verður gjørd í Føroyum ella uttanlanda er ikki tikin støða til enn.