Arctic Viking fer nú at fiska tosk í Barentshavinum

 Kollfjarðatrolarin Arctic Viking, sum hevur verið til rækjufiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum, kom í gjárkvøldið á Kollafjørð, teir hava fiskað 270 tons, sum verður landað í Kollafirði í dag.

Arctic Viking verður nú riggaður til at fara á toskaveiðu í Barentshavinum, broytingarnar á fabrikkini verða gjørdar á MEST í Havn, arbeiðið er mett at taka tríggjar vikur.

Tað vóru 17 mans við Arctic Viking til rækjufiskiskap, skipari var Esmar Petersen.