Arctic Viking landar í Norður-Norra

 Arctic Viking kom í gjár til Tromsø, har teir hava bunkrað, tikið smirjølju, salt, proviant, trolútgerð og maskinstores. 

Teir fóru úr Tromsø í gjákvøldið til Kårvika, har teir byrjaðu at landa í morgun, teir hava 500 tons.

Arctic Viking verður aftur í Tromsø í morgin, har teir skulu taka pakninng og skifta mannskap.

Niklái Petersen skipari sigur, at teir hava roynt í russiskum sjógvi - á eini nýggjari leið, saman við Enniberg og fleiri russiskum skipum.

Hvar teir fara komandi túr er ikki avgjørt enn.