Asbjørn, Janus og Ndende hava skift til onnur feløg í Føroyum

Í gjár skrivaðu vit at Christian R. Mouritsen hevði skift til 07 Vestur, les um tað her. Umframt Christian eru teir báðir Eirikur Ellendersen og Heri Kjærbo komnir til felagsliðið.

07 Vestur hevur eisini mist tríggjar spælarar til onnur feløg í Føroyum.

20 ára gamli miðvallaleikarin Janus S. Samuelsen hevur fingið sáttmála við Skála. Janus hevur leikt 57 dystir fyri besta liðið hjá 07 Vestur. Janus sat á beinkinum hjá betri-liðnum hjá Skála seinasta vikuskiftið.

18 ára gamli Asbjørn Heðinsson hevur valt at skift 07 Vestur út við B36. Asbjørn hevur leikt 39 dystir fyri besta liðið hjá 07 Vestur. Seinasta vikuskiftið leikti hann fyri teir næstbestu hjá B36.

Ndende Adama Guéye ið kom til 07 Vestur seinasta kappingarár hevur skift til TB. Ndende spældi 20 dystir fyri 07 Vestur.