Astrid landar á Tvøroyri

 Danska skipið Astrid kom á Tvøroyri í nátt við góðum 900 tonsum, sum teir landa til Varðan Pelagic.

570 tons er rossamakrelur og 340 tons er makrelur.

Teir hava fiskað í ES-sjógvi.