Beinleiðis úr Føroyum til 10 ymisk ferðamál í 2022


Beinleiðis úr Føroyum til 10 ymisk ferðamál í 2022





Nú gongd aftur er komin á flogferðsluna í Evropa, er Atlantic Airways klárt við einari spennandi ferðaætlan við heili 10 ferðmálum í 2022. Flogið verður til Keypmannahavnar, Aalborg, Billund, Edinburgh, París, Oslo, Keflavíkar, Gran Canaria, Barcelona og Mallorka.



Styrkja flogsambandið til grannalondini - Ísland, Norra og Skotland



Flogið verður til/úr Íslandi mánadagar og fríggjadagar alt árið, og longu frá páskum verður tað eisini møguligt at flúgva mikudagar.



Nýggja rutan beinleiðis úr Føroyum til norska høvuðsstaðin Oslo er í ferðaætlanini hvønnmikudag alt árið, og frá páskum flúgva vit eisinisunnudagar til og við 16. oktober 2022.



Flogið verður til Edinburgh hvønn mánadag og hósdag frá 7. apríl til 22. desember 2022.



“Paris is always a good idea”, og tí er París sjálvandi aftur á skránni í 2022



Í 2019 fingu føroyingar veruliga smakk fyri París, og franski høvuðsstaðurin er nú aftur í ferðaætlanini hjá Atlantic Airways í 2022.Flogið verður til/úr París hvønn mánadag og hósdag frá 12. mai til 17. okt. 2022.



Meira #SÓLUMVETURIN



Áhugin fyri at flúgva beinleiðis til Gran Canaria í vetur er stórur. Tí er avgjørt at leingja flúgvingina, soleiðis at nú eisini verður gjørtligt at flúgva til #SÓLUMVETURIN í januar og februar. Flogið verður til/úr Gran Canaria frá 2. november til 15. februar 2022.



Barcelona og Mallorka – sølan byrjar fríggjadagin



Næsta summar verður eisini aftur gjørligt at flúgva beinleiðis til vælumtóktu SÓL-ferðamálini Mallorka og Barcelona. Flogið verður til Barcelona hvønn týsdag frá 7. juni til 27. september 2022 og til Mallorka hvønn mikudag frá 22. juni til 17. august 2022.SØLAN BYRJAR FRÍGGJADAGIN 15. OKTOBER 2021.



Les meira á atlantic.fo