Bleiv bussleiðin betri


Tað sum harmar meg ordiliga nógv við broyttu bussleiðini, eru allar søgurnar eg hoyri um eldri fólk, sum ikki fara út longur, tí bussurin er broyttur. Tað harmar, at hoyra um fólk við menningartarni, sum sjálvi plagdu at taka bussin, men nú skula tey skifta buss, kanska tvær ferðir, og tað megna tey ikki. Nógv foreldur tora ikki at lata børnini taka bussin, tí tey skula ganga yvir um hátrafikeraðan veg. Nú ein dagin varð ein drongur árendur uttanfyri Hoyvíkar skúla. - Á Vegnum Langa steðgar bussurin skeivu megin skúla, dagstovn, kirkju og komandi læknaviðtalu! - Einlig mamma, sum hevur valt dagstovn eftir bussleiðini, fær ikki morgunarnar at ganga upp longur, tí bussleiðin er broytt. Vanar og mynstur, sum fólk hava fingið sær við tíðini eru farin. Tað er lætt hjá nógvum at umstilla seg og lætt hjá okkum, sum hava bil at dúva uppá í túninum. Men hjá eldru damuni, ið tvær ferð um vikuna sjálv megnaði at fara oman í býin, er tað ógjørligt nú! Tað er ikki lætt hjá teimum, har bussurin er einasta álit.




Kommunan hevur brúkt yvir 700.000kr til danska fyritøku, sum er komin við hesum broytingum. Einki er perfekt, tað veit eg. Men í hesari bussleiðini eru tað týðiligir feilir og manglar. Størsti feilurin er, at tað er ikki tikið hædd fyri brúkarunum, sum bussleiðin longu hevði! Tey flestu hildu at bussleiðin var fín, men tey ynsktu sær buss í vikuskiftinum og longur út á kvøldið. Vit fingu nakað heilt annað!



Skal bussleiðin rullast aftur? - Tann spurningin hava eg og nógv onnur sett okkum - eisini spyrja vit, hví ólukkan blivu bussskýlinini tikin niður? - Hettar virkar so virðingsleyst! - Nú viðgera tey í kommununi eftirmetingarnar brúkarin hevur haft møguleika at lata inn, og eg vóni innarliga, at tit hesaferð taka tykkum tíð til bussleiðina, og brúka fólk sum í tað minsta kenna Havnina, sum vita hvørju megin skúlar liggja og hvussu býlingar hanga saman.



Bjørg Dam

Býráðslimur í Tórshavnar kommunu.