Brandur nýggjan sáttmála


Brandur Heinesen hevur sett sína undirskrift á nýggjan sáttmála, og hann kemur sostatt at geva royndaru leikarunum kapping um plássini, tá Betri deildin verður skotin í gongd.



18-ára gamli bíggjarmaðurin hevur enn ikki havt sítt veruliga gjøgnumbrot, men spældi nakrar dystir í fjør, og slapp á vøllin í trimum av fýra teimum seinastu umførunum í ár, har hann so byrjaði inni í seinasta umfari, stórsigrinum á FC Hoyvík.



Ungi miðvallarin er uppvaksin í 07 Vestur, og vit gleðast eisini um, framhaldandi, at hava ein bíggjarmann á besta liði okkara, skrivar 07vestur.fo.