Christian í Grótinum er á veg inn

Christian í Grótinum fór at sigla inn av svartkjaftafeltinum fyrr í dag, og vænta teir at verða á Fuglafirði um 20 tíðina í kvøld.

Christian í Grótinum hevur henda túrin roynt vestanfyri, og hava teir fingið um 2.300 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Í løtuni landar Høgaberg til Havsbrún, og sleppir Christian í Grótinum framat á midnátt.