Christian í Grótinum landar í Ánunum seinnapartin

 Christian í Grótinum er í morgun á Fuglafirði, har teir landa 600 tons av slógvi til Havsbrún. Seinnapartin fara teir í Ánirnar, har teir skulu landa 650 tons av frystum, mest sildafløk.

Bogi Rasmussen skipari sigur, at teir fara nýggjan túr á sild í morgin.