Danska skúlaskipið GEORG STAGE í Nólsoyarfirði

Fyri løtu síðani tóku vit hesar myndirnar av danska skúlaskipinum - GEORG STAGE. 

Skipið er bygt í 1934, og er tí 86 ára gamalt. Georg Stage er 54 metrar langt, og breiddin er 8 metrar. Mastrarnar eru 31 metrar høgar. 

Skipið hevur 3 mastrar, sum hava tilsamans 20 segl.

Manningin kann telja 73 mans, harav 63 næminar.