Fíggjarleiðari til P/f Faroe Origin


Okkara fíggjarleiðari hevur tikið av øðrum avbjóðingum, og tí søkja vit eftir fíggjarleiðara at byrja skjótast gjørligt.



Um starvið:



Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av dagligu fíggjarstýringini av felagnum í tøttum samstarvi við stjóran. Fíggjarleiðarin er eisini partur av leiðslubólkinum í felagnum.



Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av:




Førleikakrøv:



· Vit vænta at tú ert ágrýtin, hevur góð samstarvsevni, kanst arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi.



· Hóskandi ástøðilig útbúgving innan roknskaparøkið, t.d. HD-R, Cand merc. Aud ella líknandi útbúgving



· Viðkomandi royndir innan roknskap og fíggjarstýring.



· Leiðsluroyndir er ein fyrimunur



· Telduførleikar á rímuliga høgum støði



· Málførleikar í føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu



Vit bjóða:



· Eitt spennandi starv í einari lutfalsliga stórari útflutningsfyritøku



· Løn eftir nærri avtalu





Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til jensp@origin.fo. Um tú hevur onkrar spurningar til starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Jens Paula Petersen, stjóra, á tlf 550650, ella senda teldupost til jensp@origin.fo.



Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. juni. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.



Faroe Origin er ein fiskivinnufyritøka við 6 partrolarum og tveimum framleiðsluvirkjum í ávíkavist Saltangará og á Toftum. Tað starvast uml. 200 fólk í samtakinum.