Flogbóltur: A-landsliðið farið til Luksemborg


Føroyska kvinnulandsliðið er í dag farið til Luksemborg við Atlantic Airways at taka lut í EM-kapping, sum byrjar fríggjadagin, tá liðið skal spæla sín fyrsta dyst, sum er ímóti Írlandi.





Hesin dysturin byrjar klokkan 12,00. Dysturin verður stroymdur, og FM 1 hevur eisini beinleiðis frásøgn frá dystinum. Allir aðrir dystir verða eisini stroymdir eins og FM 1 er á staðnum.





Næsti dystur hjá liðnum verður leygardagin klokkan 10,00, og er mótstøðuliðið tá Skotland, sum saman við Luksemborg verður mett at verða sterkastu liðini í kappingini.





Í hinum bólkinum eru Luksemborg, Grønland og Norður Írland.





Nr. 1 og 2 spæla seg víðari til hálvfinalurnar, sum verða leiktar leygarkvøldið, meðan finalan og bronsudysturin eins og dysturin um 5. plássið verða leiktir sunnudagin.





Venjarin Lars Engell hevur úttikið hesar spælarar til dystirnar:



Hevarar:



Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ikast



Janna Falkvard, SÍ





Miðspælarar:



Sirið Antoniussen, Mjølnir



Sóley Mørch Poulsen, KÍF



Súsanna Sólrunardóttir Ludvik, Fleyr





Kantar:



Anja Sonnadóttir Danielsen, Fleyr



Eva Winther Nagata, Aarhus



Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr



Sofía Purkhús Splidt, Mjølnir





Diagonalar:



Bára Holm Jacobsen, Fleyr



Hanna Olsen, KÍF





Libero:



Anna Larsen, Aalborg



Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur







Hjálparvenjari: Kristian Mikkelsen



Fysioterpeutur: Katrin Petersen



Liðleiðari: Rúna Hentze



Statistikk: Andreas Zachhau



Dómari: Jan Hentze