Flogbóltur: TB-Dráttur, fríggjadagin kl. 16.30


Meistaradeild kvinnur:

TB-Dráttur, fríggjadagin kl. 16.30:

Eftir at SÍ vann steypafinaluna leygardagin, er nú eftir at spæla um FM-steypið, og har eru mong um boðið at koma í finaluna - øll uttan TB, sum fríggjadagin kl. 16.30 tekur ímóti Drátti, sum fyri hálvari triðju viku síðani lá á finaluplássi. Men eftir tvey tap á rað, er Dráttur dottið niður á triðja pláss, men við trimum stigum móti TB,so er Dráttur aftur á finaluplássinum – tvey stig frammanfyri KÍF.

Men lítið er, sum skilir tey fýra liðini Drátt, KÍF, Fleyr og SÍ í beinhørðu kappingini um næstfremsta plássið. Tí er dysturin fríggjadagin ein pliktsigur fyri Drátt. Men hóast TB bert hevur vunnið ein dyst í ár, so góvu tær oddaliðnum Mjølni skarpan gang fyri tveimum vikum síðani, og tað er luturin, sum TB hevur, tað sum er eftir av kappingni: at royna at gera fortreð.

Myndin er frá 2017, tá TB vann steypakappingina.