Formaðurin í Veganerpartiet fór mitt í miðlaroki til Føroya fyri skapa kjak um grindadráp


Meðan Veganerpartiet í Danmark bíða eftir góðkenning um uppstillingarheimild frá Valgnævnet, hevur formaðurin og medstovnari, Michael Monberg, sett kós móti Føroya fyri at skapa dialog um grindadráp.



Tveir dagar áðrenn Veganerpartiet sendi undirskriftir til Social- og Indenrigsministeriet, fór Michael Monberg til Føroya fyri at dokumentera grinda- og springaradráp. Tað var ein kensluborin løta, táhann í Føroyum trýsti á tann knøttin, sum sendir víðari talgildu undirskriftirnar til ráðið.



Síðstu tvey árini hevur formaðurin saman við Veganerpartiet arbeitt hart fyri at fáa stuðulin til at sleppa á atvkøðuseðilin. Enn hevur onki av tí harða arbeiðinum skapt beinleiðis úrslit og hjálpt djórunum ella náttúruni, sum eru hjartamál hjá flokkinum.



Ferðin til Føroya hevur til endamáls at skapa dialog millum danskarar og føroyingar um grindadráp, sum hvørt ár skapar stóra umrøðu í altjóða fjølmiðlum - men sum oftast verður gloymt í donskum miðlum.



Har gongur ikki long tíð. Útlendska atsøgnin at grinda- og springaradrápi er hørð, og har eru nógvar góðar orsøkir til, at hesin siður ikki hoyrir heima í 2020,” mælir Michael Monberg, formaður í Veganerpartiet, og heldur áfram:



Tað tykist fyri mær, at har er en týðiligur mótvilji millum hinar flokkarnar til at tala ímóti grindadrápi sum annað enn ein lokal siðvenja, sum hevur fingið undantaksloyvi frá Bern-sáttmálanum.



Bern-sáttmálin er ein millumtjóðasáttmáli, sum Danmark hevur skrivað undir fyri áratíggjum síðani og hevur játtað seg til at arbeiða undir. Endamálið í sáttmálanum er at verja villdjór og -plantur í Evropa, harumframt náttúruøkir. Sáttmálin kom í gildi í Danmark í 1983. Í donsku kunngerðini stendur tó, at Føroyar og Grønland eru undantikin.



Hóast Danmark upprunaliga gav undantaksloyvi til Føroya og Grønland, so hevur enn ongin dialogur ella nakað tiltak verið fyri stigvíst at gevast við grinda- og springaradrápi.



Nú er uppá tíðina at taka prátið um, hvørt hetta skal halda áfram,” sigur Michael Monberg.



Undantaksloyvi í sáttmálanum finst enn, hóast Føroyar ikki eru bundnar at grindakjøti fyri mat ella ídnað, og at grindin ei verður sæð til at vera egnað sum mannaføði vegna høga innihaldið av tungmetallum.



Hvussu leingi skal siður og vani fara fram uttan at verða bjóðað av í kjaki, eins og fiskiskapur og svínafabrikkir í Danmark verða? Vit mugu kjakast um, hvørt tíðin er komin fyri broyting,” sigur Michael Monberg og leggur afturat:



Verjan av grindahvalum í norðatlanshavinum er eitt evni, vit líka so væl kunnu set hol á nú í 2020 - og koma eitt stig nærri móti at stremba eftir ætlanini við Bern-sáttmálanum.



Um Veganerpartiet:
Veganerpartiet bíðar eftir at fáa undirskriftirnar játtaðar og fáa flokksbókstav frá Valgenheden. Djórarættindi eru eitt av floksins hjartamálum.



Um Michael Monberg:
Michael er medstovnari og formaður fyri Veganerpartiet. Michael hevur brúkt seinastu fýra árini uppá at lýsa og minka um harðskap og ágang á djór í Danmark og í útlondum.



Meira lesnað:https://jyllands-posten.dk/debat/kronik/ECE8004701/er-der-forskel-paa-grinder-og-grise/