Føroyingar aftur við nýggjum skipi í Hirtshals

 Annar pelagiski trolarin ASBJØRN kom til heimahavnina
Hirtshals í morgun.



Hann er bert 5 ára gamal og er fyrrverandi 'Gitte
Henning'. Hann hevur tvífalt stóra last í mun til fyrra Asbjørn, nú 'Asbjørn
Senior', sum her sæst liggja aftanfyri tann nýggja.



Móttøka verður umborð ein av komandi døgunum.



Vit ynskja eigarunum, synum Asbjørn Magnussen, tillukku
við nýggja stásiliga farinum.

Myndirnar hevur Torfinn Johansen tikið.