Framløga av Vága kirkjubók í Bygdarhúsinum í Miðvági mikukvøldið


Framløga av Vága kirkjubók í Bygdarhúsinum í Miðvági mikukvøldið 09.12 kl. 19.00.



Mikukvøldið 9. desember verður framløga av Vága kirkjubók fyri árini 1797-1892 í Bygdarhúsunum í Miðvági. Har fer Jógvan Ravnsfjall at greiða frá teimum prestum, sum hava skrivað kirkjubøkurnar, og Inga Poulsen Dam, sum førir kirkjubøkurar nú, greiðir frá hvønn týdning tær hava, og hvat ið fáast kann burtur úr gomlu bókunum.



Hendan kirkjubók er størsta keldan til Vága og Mykinesar søgu í nítjandu øld. Har er skrivað nær børn eru doypt og hvørji foreldrini eru, og nær tey eru konfirmeraði. Tað stendur eisini nær tey eru gift, hvørji børn tey hava fingið og nær tey eru deyð. Tann sum vil fáa álítandi upplýsingar um sínar forfedrar kann fáa teir frá kirkjubókunum.



Gomlu kirkjubøkurnar eru tíverri torførar at lesa, og tí er tað mikla tilfar, sum í teimum er, í alt ov lítan mun komið til nyttu. Men fyri nøkrum árum síðani setti Johan G. Mikkelsen sær fyri at skriva allar tær elstu føroysku kirkjubøkurnar av. Felagið Varðin átók sær síðani at fáa tær prentaðar so tað fer at bera til bæði hjá lærdum og leikum at fáa brúkt hetta tilfar. Tað lættir um, at Erling Isholm hevur gjørt ein stíl, so til ber at finna nøvn og tað bæði fólka og staðarnøvn.



Verkætlanin er ovurstór. Vælvildarfólkum fyri at takka bar tó til 7. juli í ár at leggja fram tvær tær fyrstu bøkurnar. Tær fevna um Eysturoynna. Tann fyrra er fyri árini 1787-1832. Tann seinna gongur til 1892, tá nýggjar kirkjubøkur komu í øllum Føroyum. Triðja bókin kom út 4. november, og hon er um Norðoyggjar frá 1760.



Nú, 9. desember, kemur bókin um Vága prestagjald, og hon er sanniliga forvitnislig. Her síggja vit hvørji fyrstu niðursetufólkini vóru á Slættanesi og á Víkum, vit síggja at Mykines er størsta bygdin, og vit síggja slag og slekt hjá nøkrum av Føroya størstu mentamonnum og yrkjarum sum V. U. Hammershaimb, Mikkjali á Ryggi, Olivar á Ryggi, Rasmus Rasmussen og Gudmund Bruun. Men ikki minst síggja vit konurnar, sum hava hildið øllum uppi tá ið menninir gingu burtur og tær sótu eftir við børnunum og megnaðu at hava tey heima til tey gjørdust arbeiðsfør. Hesar gerandishetjur eru ofta gloymdar í søguni, men her eru tær allar at finna. Tey sum hava áhuga fyri ættargransking og søgu Føroya og Noregs hava nú fingið eitt ovurhonds tilfar. Ætlanin er at fáa allar hinar gomlu kirkjubøkurnar út, og tá fer at bera til at fylgja ættunum hóast tær búgva í meir enn einum prestadømi. Á framløgudegnum er eitt sertilboð til tey áhugaðu.



Felagið Varðin