FSF: Lene nýggjur A-landsliðsvenjari


Fótbóltssamband Føroya hevur í dag skrivað undir fýra ára sáttmála við Lene Terp, sum í næstum tekur við starvinum sum venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum




Lene Terp er 47 ára gomul og hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari á hægsta stigi. Harumframt undirvísir hon á venjaraútbúgvingum, og eitt skifti starvaðist hon eisini hjá danska fótbóltssambandinum sum talentstjóri fyri gentu- og kvinnusíðuna. Lene er sett í starv fulla tíð og verður búsitandi í Føroyum. Umframt at vera høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, verður Lene eisini ein partur av mennaratoyminum hjá FSF, sum regluliga vitjar í føroysku feløgunum.



– Eg fari eldhugað til uppgávuna, tí eg havi fingið eina sera góða fatan av føroyska landsliðnum og Føroyum sum heild. Eg havi hugt eftir landsdystunum í farnu undankapping, og eg síggi nógvar spennandi dygdir í spælarunum, og ikki minst ein hugburð og stríðsvilja, sum sær sunnur út. Eg gleði meg tí nógv til at flyta til Føroyar og veruliga sleppa til verka, sigur nýggi landsliðsvenjarin við heimasíðuna hjá FSF.



Fyri Fótbóltssambandið er setanin eitt stórt framstig fyri føroyskan fótbólt sum heild, sambært forsetanum.



– Við at seta Lene í fulltíðarstarv, gera vit eitt stórt framstig á leiðini at menna kvinnusíðuna í føroyskum fótbólti. Hon er ein spennandi profilur at fáa inn í føroyskan fótbólt yvirhøvur, og harumframt kann hon við sínum royndum og førleikum vera ein stór og sterk fyrimynd fyri kvinnur í fótbólti, bæði tá vit hugsa um spælarar, men eisini í mun til menning og útbúgving av venjarum, sigur Christian F. Andreasen, FSF forseti.



Umframt at hava spælt sum yrkisleikari fyri eitt nú enska felagið Fulham og í USA, hevur Lene Terp spælt 105 landsdystir fyri Danmark, og í fimm ár var hon liðskipari á danska landsliðnum. Síðan 2003 hevur hon verið virkin sum venjari og fótbóltsmennari, umframt at hon undirvísir á donsku venjaraútbúgvingini.



Sum venjari hevur hon staðið á odda fyri fleiri liðum í bestu donsku kvinnudeildini og U17 gentulandsliðnum, umframt at hon var hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá Danmark, sum vann EM-silvur í 2017.