Fýra nýggir tilburðir staðfestir


Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.



Í øllum førum er talan um persónar, ið komu loftvegis til Føroyar úr øðrum londum. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.



Í gjár vórðu 709 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 151.668 kanningar gjørdar.



Tilsamans hava nú 494 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 478 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 16 persónar smittaðir í løtuni.



Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.