Gitte Henning skal landa svartkjaft í Íslandi

 Gitte Henning, sum hevur fiskað svartkjaft eystur úr Føroyum, er ávegis til Íslands við 2.700 tonsum, sum teir skulu landa til Lodnuvinnsluna á Fáskrúðsfirði, teir verða á Fáskrúðsfirði á midnátt og sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, tað var eitt fríkst lot høgt, sagt verður frá nógvum vindi, men teir koma helst til Íslands,  áðrenn vindurin veksur.