Gøtunes kemur á Tvøroyri í kvøld

 Gøtunes er áveg á Tvøroyri við 850 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.

Teir verða á Tvøroyri á midnátt.

Í løtuni landar Tróndur í Gøtu á Tvøroyri, teir verða liðnir í nátt og tá byrjar Gøtunes at landa.