Gunnvør á Norði, Bogi Hansen og Lis Mortensen halda framløgur við Løkin


Tíðindi: Gunnvør á Norði, Bogi Hansen og Lis Mortensen halda framløgur við Løkin





Hví er tað so heitt í Føroyum? Hetta og annað ber til at hoyra um á Bókasavninum við Løkin mánakvøldið 26. oktober kl. 19. Tá verður fyrsta tiltakið av fýra við Vísindavøku á ferð .





Tríggjar framløgur eru á skránni mánakvøldið:





Kann kræklingur minka um dálking, sum stavar frá alingini?



Gunnvør á Norði, Fiskaaling





Hví er tað so heitt í Føroyum?



Bogi Hansen, Havstovan





Jarðvísindalig miðling og koronaLis Mortensen, Jarðfeingi





Hvør framløga er 20-25 minuttir. Tiltakið er alment og ókeypis.





Tað er ikki neyðugt við tilmelding til tiltakið. Heitt verður á fólk um at halda seg til almennu koronutilmælini um reinføri, frástøðu v.m..





Sí:https://visindavoka.fo/news