Halt fæst við tað, tú sær


Góðu Faminingar, góðu suðringar, góðu føringar!






Ein vakran heystardag í 1998 stríddu væl upplagdir hvalbingar seg til fjals, summir siga tað var Suðuri í haga, aðrir at talan var um Grímsfjall, vakra fjallið, vestantil í Hvalba. Pøstir steðgaðu teir á fyri at rinda møðina, áðrenn hvør teirra fór at finna gonguleiðina, teir flestu so mangan høvdu gingið áður, fyri at fáa seyðin í rætt og dýrabæra fongin til høldar. Tá bráddliga skar ein rødd gjøgnum kvirruna, tað var ein av ungu monnunum, Jenis hjá Lottu nevndur, sum vísti út í hav og bað fjallmennirnar koma avstað og "bjarga monnunum harúti, teir eru staddir í neyð."




Hvussu fjallmennirnir enn kýttu seg henda morgunin, megnaði ongin teirra at síggja annað enn tað bláa hav, so langt eygað megnaði at skoða. Men Jenis stóð við sítt, "kom avstað, teir megna tað ikki longi afturat, okur mugu bjarga teimum úr neyðini", bað og bønaði hann, meðan hann tráliga hugdi oman brekkurnar, vónandi at onkur teirra fór at venda við og fylgja honum.




Men tað var við vónina, ongin sá tað, hann sá.




Vónbrotin, vil ein av keldum mínum verða við, royndi hann seinasta vápnið og segði við teir: "koma tykur ikki, so fari je heim í bygdina og fáið konufólkini við mer, tá verður skommin tykra".




Og við hesum orðum helt hann avstað.




Ivandi stóðu teir eftir, jamen har var einki og eingin at síggja, vórðu teir rørandi samdur um, hvat í verðini bagdi unga manninum?




Tungliga fóru teir at enda aftaná Jenisi undan brekkuni, í dag mátti seyður verða seyður, samdust teir um. At hjálpa Jenisi úr tí trupulleika, hann var endaður í, vigaði tyngri.




Komnir á Fiskieiðið drógu teir bát og settust at rógva, Jenis skipaði kósina. Róðurin var teimum tungur- og tigandi. Sum teir nú sótu í bátinum, sá eingin teirra nakað óvanligt, heldur ikki Jenis, sum tó aftur og aftur tvíhelt um, at: "teir eru har, teir eri í deyðavanda, rógvi, vælsignaðir rógvi".


Tveir av fýra bórðu ikki boð í bý.




Sama morgunin vóru brøðurnir á Teigum, Niels Pauli og tvey ára yngri Hans, synir Símun bónda á Teigum, saman við svágrinum Jógvan av Skála, ið var ættaður úr Vági og Dánjal Jacob Mørk, sterki Dánjal nevndur, teir vóru farnir úr Fámjin á kalvaveiðu. Veðrið var av tí besta, teir komu á mið og settu línuna, og tá drigið varð, var hýrurin avbera góður yvir stóra fongin. Men bráddliga, áðrenn nakar varnaðist, hendi vanlukkan. Teir knossaðust við at fáa ein ovurvaksnan kalva innanborðs, tá hesin bráddliga gjørdi ein vørr, báturin holvdist og hvørki kalvin ella sterki Dánjal sóust aftur.




Neyvan megnar nakar at ímynda sær neyðina rundan um holvda bátin hesa løtuna, men teir megnaðu at fáa vent honum, men javnvágin sveik aftur, og aftur og ferð eftir ferð endaðu teir aftur á sjónum.




Deyðalúgvaðir og hjartkiptir stríddust ungu mennirnir fyri lívinum, men vóru at enda sannførdur um, at her endaði lívsleiðin. Tá tók svágurin, sum dugdi at svimja, tað lagnutungu avgerð at royna at svimja til lands, "kanska megni eg tað, her er okkum ikki lív lagað".




Tá vistu teir einki um unglingan, sum í somu løtu stóð uppi á fjallinum og bar eygu við teir og, við at halda fast við tað hann sá, eisini hóast iva vinanna, gjørdist bjarging teirra.




Bjargaðir í evstu løtu.




Í bátinum róðu teir nú av grimd, tí eygu Jenisar høvdu aftur hómað teir neyðstøddu, og rópini fleirfaldaðust, so hvørt sum ein hvalbingur fyri og annar eftir fekk eyga á brøðurnar báðar, sum teir løtu seinni bjargaðu úr hondum deyðans.




Svágurin Jógvan, sum setti lív sítt í váða fyri at bjarga bóndasynunum báðum, bar tíverri ikki boð í bý.




Ein góðan heystardag árið eftir fóru tveir glaðir faminingar, við hvør sínum geldseyði á bakinum, longu leiðina til Hvalbiar. Tað vóru bóndasynirnir báðir, sum leitaðu upp Jenis hjá Lottu og vinir hansara og løntu teimum fyri bjargingina lagnutunga heystardagin árið fyri.




At hava eitt stavnhald og at halda fast við tað tú sær og veit er rætt, tað fer altíð at bera løn við sær.




Teir fýra garparnir á Regensen.




Eg ivist onga løtu í, at nakað av hesum sama hevur verið drívmegin í brósti teirra, sum, fyri júst 100 árum síðani, sótu, ikki á kjøli, men í einari tryggari íbúð á Regensen í Keypmannahavn og evnaðu til fyrsta føroyska merkið. Hetta merkið, sum í dag eigur heiðurspláss í kirkjuni her í Famjin, har tað fyri fyrstu ferð í Føroyum, eftir gudstænastuna h. 22. juni 1919, bleiktraði móti vindinum og boðaði frælsisboðskapin. Frælsisboðskapin, sum tað altíð boðar, verði tað í gleði ella sorg, tóat okur kanska ikki altíð eru var við tað. Frælsisboðskapin av Golgata, har Krossmerkiskrossurin ein dag bar lívsins Harra, Frelsaran og einastu bjargingarvón mannaættarinnar.




Teir tríggir á kamarinum á Regensen, faminingurin Jens Olivur Lisberg, vágbingurin Pauli Dahl og sandingurin Janus Øssurson, sóu, eins og Jenis hjá Lottu, longri enn tey flestu. Kann verða tað var ein várdag sum í dag, at sjónin um egið føroyskt flagg birtist Jens Olivuri, meðan hann spákaði millum túnini í Famjin. Sjónin, sum gjørdi, at teir ein dag sótu og granskaðu og samanbóru alheims fløgg og funnu røttu litirnar, og røttu útsjóndina, til framtíðarflagg føroyinga. Tí egið flagg, sum kundi samansjóða tjóðina, tað sóu teir fyri sær, eitt tílíkt máttu Føroyingar eisini hava.




Og teir fullførdu verkið, sum teir sóu fyri sær. Teir sleptu, hóast stórari mótstøðu, bæði Dannebrog, veðra-, tjaldra- og øðrum merkjum, sum verið høvdu og valdu krossin- og takk fái teir fyri tað. Krossin og reyða lit blóðsins, sum ein dag fargaði hendan á Golgata.




Heili tveytieitt ár gingu, áðrenn verk teirra fyrstu ferð, í daprastu tíðum føringa, varð viðurkent av øðrum. Viðurkent, tá tað, h. 25. april 1940, eftir boðum úr Downing Street nr. 9, kanska frá sjálvum Winston Churchill, varð kravt málað á síðuna á føroyskum sluppum, teimum til verju og bjarging. Men tó skuldu ganga mong ár enn, áðrenn landsmenn teirra vórðu lidnir at klandrast og samdust um at viðurkenna og útnevna verk teirra til almenna merkið okkara, krossmerkið.




Haldið fast við heimbygdina!




Góðu faminingar, vøkur er bygdin, Harrin hevur unt tykkum at búleikast í. Av natúrligum orsøkum hava leiðir mínar borist higar, bæði beinleiðis til kristiligar fundir, men eisini óbeinleiðist, drigin av tí seyði, sum mangan rekst um mørkini vestanfyri, frá okum grannum og frændum í Trungisvági til Famjin og umvent. Og mangan havi je, hetta seinasta hálvtannað árið, sum je, saman við vinmanninum Bill, havi orðað ikki minni enn trý uppskot um lættari atgongd til bygd tykkara, í huganum sæð fyri mær møguleikan, meðan nýggja, trygga farleiðin fer at geva tykum og okum.




Fyrst av øllum fer tunnilin væntandi og vónandi at birta í tykum neistan, ið ger, at tykur ikki stíga í fotaspor teirra, sum, av væl skiljandi orsøkum, hava stungið í sekkin og eru flutt farnu árini. Vón mín er, at tykur hyggja longri fram, bretta upp um armar, hugsa um teir, ið undan slóðaðu- og verða verandi.




Inniliga áheitan mín til tykra er, haldið á, gevist ikki á hondum, men trúgvið tí sjón, eygu tykra síggja! Síggið fyri tykum dagin, tá tykur, beint vestanfyri landsfjósið í Øravík, koyra inn í forðandi fjallið og stutta løtu seinni koma undan vestanfyri og fyri eygum tykra síggja bygdina, tykum er so kær. Haldið fast við hesa sjónina, fallið ikki í fátt, flytið ikki, persónliga eri eg sannførdur um, at løtan til hetta hendir er nógv nærri, enn nakar væntar. Løtan, tá eisini onnur enn faminingar fáa forrættin at uppliva hesa av Føroya vakrastu bygdum, gjøgnum tað ferðavinnuvirksemi, sum uttan minsta iva, saman við øðrum virksemi, fer at blóma i bygd tykra. Tann dagin verða skjótt gloymdar darvandi veðurforsøgnirnar, avlýsingar, stúran fyri børnum og ungu tykra á veg tvørturum skarið i ivavveðri, fyri ikki at tosa um vandatúrar í ódnarveðri, í royndum tykra at náða Smyril- ella trygga heimi tykra á veg heim frá Smyrli.




Avbera vøkur er hon, bygdin Skaparin gav tykum. Prýdd og vard runt kringin allan av Knúki, Fjallinum Mikla, Øraskarði, Nónfjalli, Borgini, Borgaraknappi, Økslini og ikki at gloyma vakra kirkjuvatni. Og í vestri breiðir seg ríka, ótømandi havið, hvørs fong Skaparin aftur og aftur hevur unt tykum og avkomi tykra til uppihald dagsins og lívsins.




Hann helt á, sum sá hann hin ósjónliga.




Jenis hjá Lottu búði alt lív sítt í Hvalba, hann átti, so vítt mær er sagt, fýra døtur, hvørs avkom í dag býr á flatlondum. Jens Olivur upplivdi tíverri ikki dagin, tá bretska hervaldið tók um endan og viðurkendi lívsverk hansara og vinmannana sum siglingarflagg okkara. Heldur ikki upplivdi hann dagin, tá móðurland og fólk hansara viðurkendu Merkið sum tjóðflagg føringa. Hann andaðist tíverri blaðungur, í 1920, bert 23 ára gamal, av eftirsjúku til Sponsku sjúkuna, sum tá herjaði. Hesin úrmælingur famininga við tí víðsýndu sjónini var tá komin hálva leið við juraútbúgving sínari.




Men søgan um teir báðar eigur at eggja okum at standa fast við tað rætta, tað sum eygu okra síggja. Sama lesa okur um Gudsmannin Móses, sum, tá hann leiddi fólk sítt út úr trældómi, fekk tað skoðsmál, at hann helt á, sum sá Hann hin ósjónliga. Og, trúgv mær, tað gjørdi hann, og eisini hann fekk, við at trúgva tí, hann sá, løn fyri trúgv sína.




Takk góðu faminingar og vinirnir í bygdaráðnum, at je fekk heiðurin at røða her í dag. Og takk øll tit í lýða á- Harrin vælsigni og verjið tykum og tykra kæru og gevið tykum øllum eina bjarta framtíð.


Jenis av Rana