Hanni Julius Bjartalíð í Gamla Seglhúsinum


Sunnudagin tann 12. mai 2019, letur upp ein søluframsýning við listaverkum hjá Hanni Julius Bjartalíð.



Fernisering verður kl. 16:00 og kemur Oggi Lamhauge at røða.



Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, er møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.



Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 30. juni 2019.



Øll eru hjartaliga vælkomin.