Heiðursgáva landsins 2018 – Astrid Andreasen


Heiðursgáva landsins 2018 verður latin Astrid Andreasen, vísindaligum teknara og listakvinnu, við hesi grundgeving:



Astrid Andreasen hevur í meira enn 20 ár virkað sum vísindaligur teknari. Hon hevur lært seg hetta yrkið á Jerlesborgskúlanum í Svøríki. Frá hennara hond liggur hópin av tekningum til gagns fyri gransking og miðling av náttúru- og mentanararvi okkara.



Astrid Andreasen hevur stóran part av sínum arbeiðslívi starvast innan lívfrøði og hevur teknað nærum alt, ið livir og grør í føroysku náttúruni. Fiskar, fuglar, seyðir, hvalir, skordýr, flogkykt, blómur og tari hava bergtikið hana, og hon hevur teknað og skrásett lívfrøðiliga fjølbroytnið við ómetaligari virðing og nágreining. Avrikini hjá Astrid Andreasen hava sett síni spor víða hvar í landinum.



Hon hevur í øllum sínum vísindaliga virki á áhugaverdan og estetiskan hátt ført tað listarliga huglagið inn í skrásetingina, og samstundis hevur skrásetingin givið íblástur til hennara frálíka listarliga virksemi.



Astrid Andreasen fær Heiðursgávu landsins fyri sítt ómetaliga stóra íkast til at skjalprógva mentanar- og náttúruarv okkara gjøgnum vísindaliga tekning.