Hoyvík, sum hevur roynt eftir svartkjafti henda túrin, kom á Fuglafjørð í nátt.
Hoyvík hevur roynt eystanfyri Føroyar, og hava teir fiskað 800 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Skiparin og reiðarin, Hans Andrias Kelduberg, upplýsir at, Hoyvík nú hevur fiskað svartkjafta kvotuna teir fingu í ár uppá 1100 tons.