HSF: A-landsliðið hjá monnum skal spæla ímóti Kekkia í januar
A-landsliðið hjá monnum er byrjað uppá fyrireikingarnar til báðar EM-undandystirnar móti Kekkia, sum verða ávikavist 6. januar í Føroyum og 9. januar í Kekkia. Dystirnir mugu tíverri spælast uttan áskoðarar orsakað av koronastøðuni.
Liðið vandi og hevði testir saman við fysiska venjaranum, Hera Ziska, í dag og verður liðið annars nógv saman millum jól og nýggjárs og fram til dystirnar.