Í Vestaruskor við ærseyði

 Í morgun fara hesir garparnir í Vestaruskor við ærseyði, sum skal ganga  har til komandi heyst. Teir standa her á Oyrargjógv og bíða eftir bátinum, sum skal sigla teir á Slættanes. 10 ær og eitt veðurlamb verða slept í Vestaruskor.

Tey nógvu seinastu árini hava sandavágsmenn bara slept hornaseyði í Vestaruskor, men fyrr var vanligt at sleppa ærseyði har - tað verður so roynt aftur nú.