Ítrótturin skipast í samstarvi við Korona-ráðgevingina



Ítróttasamband Føroya tekur undir við at lata samfelagið varliga upp eftir páskir, men tað er av alstórum týdningi, at sambondini undir ÍSF fara í gongd við ítróttagreinarnar í tøttum samstarvi við almennu Korona-ráðgevingina





Landsmyndugleikanir hava í dag boða frá, at samfelagið varliga verður lati upp aftur frá 20. apríl, og at dystir, kappingar og tiltøk innan ítóttaheimin kunnu fara í gongd aftur 9. mai.





ÍSF hevur givið sersambondunum boð um, at tey frameftir eiga at skipa sínar ítróttagreinar, venjingar og kappingar í tøttum samstarvi við almennu Korona-ráðgevingina. Tað er greitt, at íðkarar skulu hava vant í eitt ávíst tíðarskeið, áðrenn teir fara at kappast.





- Tað er alneyðugt, at neyvar mannagongdir verða gjørdar fyri venjingar og kappingar komandi tíðina, so at ítrótturin framhaldandi er við til at minka smittuvandan mest møguligt, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.





Hon loyvir sær í hesum sambandi at endurtaka, at føroysku ítróttafeløgini missa minst 8-10 milliónir krónur í inntøkum næstu fýra mánaðirnar orsakað av korona-kreppuni, og at politiski myndugleikin eigur at seta eina stuðulsskipan í verk, sum endurrindar mistar inntøkur og fastar útreiðslur hjá føroyskum ítróttafeløgum.





- Áheitanin frá landsmyndugleikunum um, at eingir áskoðarar skulu vera til kappingar og tiltøk er ein beinleiðis staðfesting av tí veruleika, at ítróttafeløgini missa milliónir næstu tíðina. Tað er átrokandi at fáa spent eitt trygdarnet inn undir føroyska ítróttaheimin, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.