KÍF brynjar seg til komandi kappingarár


Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so hevur KÍF longt um sáttmálan við venjarin hjá besta mansliðnum Andreas F. Hansen.




Andreas var ikki einasti KÍF gjørdi sáttmála við fyrradagin. KÍF og Joakim Jürs sum hevur vart málið hjá KÍF í vetur hava gjørt ein eitt ára sáttmála, so tað verður danin sum aftur komandi kappingarár ið kemur at verja málið hjá KÍF.




Joakim verður av nógvum mettur at vera ein av bestu málverjum í landinum í løtuni. Joakim kom til Føroyar at verja málið hjá Strandingum næstseinasta kappingarár, men skifti til KÍF í fjør summar.