Í vetur skipar Gamli Bókahandil fyri sjey bókatiltøkum, har klassikarar í heimsbókmentunum verða umrøddir og fluttir inn í nútíðar samfelagið. Bókaforlagið Hemlið hevur givið bøkurnar út.
Fyrsta tiltakið verður nú mikukvøldið 28. oktobur kl.19.30, tá ið Rósa Heinesen fer at hugleiða um klassikaran Fúrstan eftir Machiavelli.
Tiltøkini verða mikukvøld frá klokkan 19:30-20:30 í hugnaligu stovunum í Gamla Bókahandli.Hesi kvøldini í vetur fara ymisku persónarnir at tosa um evni, sum tey vita serliga nógv um. Luttakaratalið er avmarkað, og tilmelding krevst. Melda til áhnj@hnj.foog sig hvørji tiltøk, tú vilt til.
Felags fyri bøkurnar, sum verða umrøddar, er, at tær eru meira livandi í mentanini á okkara døgum, enn tey flestu okkara geva okkum far um.
28. oktobur Fúrstin – Rósa Heinesen Fúrstiner ein bók um kynstrið at fáa og varðveita valdið í einum stati. Niccolò Machiavelli hevur skrivað Fúrstan.
25. novembur Retorikkur - Eydna SkaaleÍ bókiniRetorikkurviðgerð Aristoteles kynstrið at orða seg væl og sannførandi framman fyri øðrum.
16. desemburTað etiska kravið – Theodor E. D. OlsenÍ bókiniTað etiska kraviðviðgerð K.E. Løgstrup samvitskuna og moral. Um at vit bara kunnu liva, tá ið lív okkara er tvinnað saman við lívið hjá øðrum menniskjum.
27. januar Lógirnar – Bárður Larsen Í bókiniLógirnarfinnur heimspekingurin Platon fram tileina samfelagsfyrimynd, sum virkar sum tað góða samfelagið við teimum góðu borgarunum.
24. februar Etikkur – Anne Mette Greve Klemensen Í bókini Etikkur viðgerð Aristotelestað góða og sosiala menniskjað, sum miðar eftir einari gyltari miðleið.
31. mars Utopia – Ivan NiclasenÍ bókiniUtopiaímyndar høvundurin Thomas More sær eitt samfelag við fríari atgongd til sjúkrarøkt, sosialan tryggleika, útbúgving, mentan, stutt sagt: eitt virðiligt lív.
28. apríl Staturin – Jógvan D. Hansen Í bókiniStaturinleggur Platon fram sína statslæru um eitt væl skipað samfelag, og um hvat rættvísi er.