Kom og les á Setrinum


Hósdagin 21. mars kl 16-18 verður opið hús í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum.



Á skránni eru framløgur um útbúgvingartilboð og hvussu tú søkir um upptøku á Setrinum.



Møguleiki verður at tosa við útbúgvingarleiðarar, lestrarvegleiðarar og lesandi. Tú kanst spyrja spurningar og frætta nærri um júst tað útbúgvingina, ið tú hevur áhuga í.




Tiltakið er í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum og øll eru vælkomin. Tiltakið er ókeypis. Okkurt gott verður til matna.

Skrá:
kl. 16:00 Kunning um útbúgvingarmøguleikar á Setrinum í 2019
kl. 16:30 Hvussu søki eg inn á Setrið?
kl. 17:00 Kvota 1 ella kvota 2 - hvat skal eg velja?
kl. 17:30 Skiftislestur, víðarilestur uttanlands og víðarilestur á Setrinum