Komandi ár hava vit ein altjóða “flogvøll” í Føroyum


Komandi ár hava vitein altjóða “flogvøll” í Føroyum. Hesin liggur á kaiøkinum í Havn. Við einum kaikanti , ið tvífaldast, har tað verða 900 m lagdar afturat,hava vit allar møguleikar fyri at fáa ein altjóða tænastudepil í Norðurhøvum. Teir møguleikar, ið liggja við nýggju havnaútbyggingini eru at líkna við ein nýggjan altjóða flogvøll. Somuleiðis verða aðrar havnir útbygdar, og við einum góðum samstarvi millum kommunurnar kunnu vit veruliga seta Føroyar á heimskortið til gagns fyri okkum føroyingar.



Arktiska økið verður alsamt meiri áhugavert, og við nýggjum siglingarrennum kring Norðpólin hava vit allar møguleikar at taka hesa kappingina upp til frama fyri føroyskum tænastuveitingum, farmaflutningi, eins og hetta kann gagna øllum føroyingum vegna lægri prísir, skjótari tænastu v.m.





Amerikanski forsetin kemur á vitjan i Keypmannahavn i september. Orsøkin til vitjanina er Grønland og arktiska økið. Somuleiðis hevur Amerika sett á stovn amerikanska sendistovu á stovn í Nuuk í Grønlandi fyri at markera sín status í norðurhøvum. Vit mugu tí ikki liggja sjóvarfallið av okkum. Tí vil eg arbeiða fyri at




  1. Vit eiga at troyta møguleikan at fáa handilsavtalu í lag við USA. Løgmaður má taka hetta upp við amerikanska forsetan, nú teir skulu hittast í september. Vit eiga ikki at liggja sjóvarfalli av okkum og lata stórveldini einsamøll avgera, hvussu menningin fer fram í Arktisk.




Tað snýr seg um, hvussu vit alsamt kunnu veksa um okkara búskap. Vit hava ríkar møguleikar at gera hetta við at raðfesta rætt og geva vinnu og tænastufyritøkum bestu umstøður at virka undir og við samstarvi við vinnuna at fáa sum mest burturúr. Hevur vinnan tað gott, hevur vælferðin í Føroyum tað gott.





Annika Olsen



Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið