Kommunulæknatrotið í Havn er loyst


Tá sitandi meiriluti tók við, vóru 3800 havnaborgarar uttan fastan lækna. Hetta var alt annað enn ein nøktandi støða.




Vit settu okkum fyri at loysa hesa avbjóðing sum skjótast, og í fjør lótu nýggju stásiligu læknahølini í Kirkjustræti í Hoyvík upp, har rúm er fyri 5 læknaviðtalum.


Í dag hava allir havnaborgarar fastan lækna at fara til.

Men við stóra fólkavøkstrinum í løtuni er neyðugt at arbeiða víðari við at víðka karmarnar á læknaøkinum, samstundis sum nakrar av ótíðarhóskandi viðtalunum mugu niðurleggjast.


Soleiðis sum ábyrgdarbýtið millum land og kommunur er á læknaøkinum, so hevur kommunan ábyrgd av at útvega hølir, meðan landið hevur ábyrgd av læknunum.


Vit ynskja, at ungir læknar leita sær aftur til Føroyar eftir loknan lestur, og tá er umráðandi at hølisviðurskiftini og karmarnir eru nøktandi. Hesum vilja vit arbeiða víðari fyri.


Annika Olsen

borgarstjóri í Tórshavnar kommunu