Kvæðastevna – fyrilestrar og dansur


Leygardagin 7. september 2019 skipa Sláið Ring og Norðurlandahúsið fyri tiltakinum kvæðastevna, fyrilestrar og dansur. Tiltakið verður og Norðurlandahúsinum og byrjað verður kl. 15:00.



Fyrilestrarnar koma Jákup Reinert Hansen og Jóanes Johannesen at halda.



Jákup Reinert Hansen kemur at greiða frá um kvæðaskaldskapin hjá Mikkjali á Ryggi. Saman við Heina F. Petersen gav Jákup í 1994 út Mikkjalsbók, ið er breitt verk um skaldið Mikkjal á Ryggi – í hesum sambandi kom eisini nógv forkunnugt undan kavi viðvíkjandi hansara kvæðaskaldskapi.



Jóanes Johannesen er vaksin upp við dansi í Dali og er av virknastu fólkum í føroyskum dansi í Sandoynni. Jóanes kemur at greiða frá um føroyska kvæðið um Hábarð. Kvæðið, ið er langt – í trimum tættum – hevur verið kvøðið í eysturbygdunum í Sandoynni.



Eftir fyrilestrarnar verður farið upp á gólv.



Fyrst leggur Vága dansifelag fyri við nøkrum styttri kvæðum eftir Mikkjal á Ryggi:Einar suðuroying, Jóhannis Joensen skipar, ogEg havi verið fermur og ungur, Jónvør Petersen skipar, umframtGrindavísuna, Arnjohn Hvítklett skipar.



Seinni kvøða vitÁlvs tátt(annan tátt úr Hábarðs kvæði), Símun Erik Johannesen skipar. Eisini kvøða vitBrókatátt, Ólavur Lydersen skipar. Síðani er frítt at skipa.



Tiltakið er alment og ókeypis.



Skrá




Matarskrá (bíleggjast áðrenn kl. 15:00):