Lars Olsen nýggjur venjari í Esbjerg fB


FSF: Føroyski landsliðsvenjarin byrjar í starvinum beinanvegin, men avtala er samstundis gjørd millum FSF og danska superligafelagið, at Lars Olsen stendur á odda fyri landsliðnum til dystirnar móti Norra og Svøríki.



- Eftir at hava staðið á odda fyri føroyska landsliðnum í átta ár, er tíðin komin til at finna sær aðrar avbjóðingar. Eg havi tí boðað Fótbóltssambandi Føroya frá, at sáttmálin, ið gongur út á nýggjárinum, ikki verður longdur.




Soleiðis segði Lars Olsen millum annað á tíðindafundinum í FSF-húsinum mánamorgunin 30. september, eftir at hann hevði kunngjørt føroyska landsliðshópin til EM-undankappingardystirnar móti Rumenia og Malta.




Og nú er greitt, at nýggju avbjóðingarnar hjá Lars Olsen verða í Esbjerg fB, sum spælir í donsku Superliguni. Danska felagið hevur samstundis heitt á FSF um at leysgeva skjótt fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaran beinanvegin, so hann kann byrja í nýggja starvinum alt fyri eitt.




Fótbóltssamband Føroya hevur eftirlíka hesum ynskja, men avtala er gjørd millum FSF og Esbjerg fB, at Lars Olsen skal avgreiða sínar uppgávur í samband við landsdystirnar móti Norra og Svøríki, sum verða 15. og 18. november.




- Við hesum vil FSF ynskja Lars Olsen góða eydnu í nýggja felagnum, og samstundis takka honum fyri ómetaliga gott samstarv seinastu mongu árini, sigur Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.




Longu seinni í dag hevur Lars Olsen sína fyrstu venjing við superligaliðnum hjá Esbjerg fB, sum komandi fríggjadag tekur AC Horsens á Blue Water Arena í Esbjerg. Eftir 14 umfør er Esbjerg fB nummar 13 í 3F Superliga. FC Midtjylland er fremst við 35 stigum.




Avtalan millum Lars Olsen og Esbjerg forenede Boldklubber, stytt EfB, er galdandi til á sumri í 2022.