Latið okkum nú halda tilmælini - og ikki peika eftir øðrum


Eg var ikki á Vaglinum á midnátt tann 29., men í býnum var eg bæði um kvøldið og um náttina. Fólk vóru allastaðni. Líka nógv sum vanligt. Og øll vistu, at tað var ein vandi. “Mann má bara vóna, at smittan ikki er í Havnargøtum í kvøld, tí so verða tølini ikki pen komandi dagarnar”, varð sagt ofta hasa náttina.

Tað var hon, vísir tað seg nú.
At geva myndugleikunum skyldina fyri nýggja útbrotið, sum fleiri, ið sjálvvóru úti, nú gera, er ikki rætt.
Ólavsøkan hevur sterka atdráttarmegi, tí hon ímyndar tað besta við okkara samfelag: felagsskap og samanhald.
Og tá eingin smitta hevði verið inni í landinum í langa tíð, kundu ikki sjey villir hestar halda fólki aftur. Um myndugleikarnir formliga høvdu “avlýst” alla ólavsøkuna, hevði neyvan gjørt nakran mun. Og púra av avbyrgja Føroyar, ber heldur ikki til.
Mann kann siga, at øll, sum vóru úti, hava ábyrgdina fyri tað, sum hendi á ólavsøku.
Men smittan byrjaði ikki tá. Og tí hava øll tey, sum hava verið til ítróttartiltøk og 100 onnur tiltøk - og bara sum heild ikki hava hildið tilmælini um reinføri og frástøðu - eisini ábyrgdina.
Og tað eru jú næstan øll.
Ábyrgdina at vinna á útbrotinum eiga eisini øll.

Sjúrður Skaale